17. Feb. 2014

Roynd við skiljirist liðug

 

Havstovan saman við Vónini, VØRN og reiðarínum Origin hjá skipinum Heyki og Falki gjørdu í 2013 av at samstarva um at gera roynd við skiljirist eftir upsa. Sí frágreiðing frá fyrstu royndini her.

 

Aftur í 2014 varð avtalað, at tveir túrar skuldu gerast; fyrra túrin skuldi Heykur hava rist undir, meðan Falkur nýtti vanliga reiðskapin. Síðan skuldi býtast um seinna túrin, so at Falkur fekk ristina undir, meðan Heykur nýtti vanliga reiðskapin, so sambering kundi gerast við bæði trolini, við og uttan rist.

 

Nú er onnur royndin við skiljirist til upsa hjá partrolarunum liðug. Tað var mest stórtfallandi upsi, og væl var at fáa. Ábending er um at ristin skilir minna upsan frá.

 

Endalig frágreiðing verður skrivað í løtuni.