18. Juli. 2013

Kanningar av makreli og sild

 

Fólk frá Havstovuni eru júst afturkomin av makrelkanningum, har tey við Finni Fríða hava kannað nøgdirnar av makreli í Føroyskum sjóøki. Kanningarnar vístu, at meir var til av makreli í føroyskum øki í ár enn tvey tey seinastu árini, serliga norðan fyri Føroyar, meðan lítið var til sunnan og vestan fyri oyggjarnar. Trolað varð í vatnskorpuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Nógv sild var eisini blandað upp í veiðuna, og fyribilsmetingarnar vísa, at eisini var meir at síggja av sild í ár enn í fjør.

 

Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum og norðmonnum, har endamálið er at kanna nøgdirnar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum fyri at finna sær føði.

 

Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi ímillum luttakandi londini síðst í august, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin.

 

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her.

 

 

Veiða (kg) av makreli (grønt) og sild (reytt) pr. fjórðing í hvørjum háli. Støddin á sirklunum vísir samlaðu veiðuna.