24. Apr. 2013

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

 

Havstovan fylgir á hvørjum ári við, hvussu gróðurin er á Landgrunninum um summarið. Hetta verður gjørt í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, har royndir verða tiknar hvørja viku summarhálvuna. Við gróður meina vit her við nøgdirnar av plantuplankton í sjónum. Eins og á landi hava vit eisini í sjónum føðiketur við fleiri liðum, og fyrsti liður her er plantuplankton. Hetta eru evarska lítlar plantur (oftast 1/10 – 1/100 millimetur til støddar) sum sveima í sjónum og, sum við sólarljósinum sum orkukeldu, gera lívrunnið tilfar. Plantuplankton er sostatt føðigrundarlagið undir øllum djóralívi í sjónum. Av tí at plantuplankton fær orkuna frá sólini, er næstan allur gróðurin í sjónum um okkara leiðir um várið og summarið. Nøgdirnar av plantuplankton í sjónum vera vístar sum nøgdin av einum ávísum litevni, ið kallast klorofyl. Hetta litevni brúka planturnar til at fanga sólarljósið og gera tað um til orku.

 

Sera ójavnt er, nær gróðurin byrjar um várið. Mest vanligt er, at gróðurin byrjar í fyrru helvt av mai, men summi ár byrjar gróðurin longu seint í apríl, meðan hann onnur ár ikki byrjar fyrr enn í juni. Eisini er ójavnt hvussu nógv av plantuplankton er tey ymisku árini. Tey bestu árini kann gróðurin vera umleið fimm ferðir størri enn tey lakastu árini.

 

Havstovan hevur gjørt kanningar av gróðrinum á Landgrunninum síðan 1990, og tað hevur víst seg, at vera eitt ávíst samband ímillum gróðurin og tilgongd og vøkstur av botnfiski á Landgrunninum sama ár. Hesin samanhangur sæst eisini í ávísan mun í nøgdini av sjófugli.

 

Áhugavert verður at fylgja við hvussu gróðurin ferð at hátta sær í ár. Gróðrarkanningarnar fyri 2013 byrjaðu fyrst í apríl, og til ber at fylgja gongdini á heimasíðuni hjá Havstovuni við at trýsta her. Úrslitini vera uppdaterað hvørja viku.