Magnus Heinason kom í gjár heim av sínum fyrsta túri í ár. Túrurin gekk eftir ætlan og veðrið var gott.
Fyrsti túrurin nevndist ”Standard hydrografi”. Hiti og salt vórðu mátað við eini CTD eftir 6 ymiskum skurðum út frá Landgrunninum, 77 støðir íalt. Haraftrat vórðu prøvar tiknir av plantuæti og tøðevnum á 7 støðum.
Tílíkir rannsóknartúrar verða gjørdir tríggjar ferðir um árið fyri at fylgja við í broytingunum í havinum kring Føroyar.
Í morgin fer Magnus Heinason nýggjan rannsóknartúr. Og hesaferð er tað árliga váryvirlitstrolingin á Landgrunninum, sum er á skránni.
Mynd: Á tveimum støðum varð ein lítil CTD bundin í stóru CTD’ina. Hetta varð gjørt fyri at kalibrera lítlu CTD’ina.
Les alla túrfrágreiðingina her.