Í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera royndirnar. Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu av makreli, og upp til 2500 tons eru ætlað at fíggja yvirlitstrolingina. Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru lýst undir. Sí eisini lýsing av kanningarætlanini aftast í hesi lýsing.
Freistin at svara er týsdagin 26. Juni 2012 við telduposti til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Tað ella tey reiðarí (skip), ið lúka krøvini, verða vald út og verða síðani biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran (ella rættari sagt lítlan) part av kvotuni, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri. Tikið verður av nøktandi tilboði.
Tíðarskeið:
Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 1. til 19. juli 2012. Henda kanningin verður gjørd sum ein felagskanning eftir sama leisti sum í fjør, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka.
Krøv til skipið í sambandi við kanningina:
Útreiðslur í sambandi við kanningina:
Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar, skulu útreiðslur á umleið kr. 750.000 fíggjast yvir makrelkvotuna, t.e. í sáttmálanum millum Havstovuna og tann, ið tekur av. Útreiðslurnar umfata millum annað nýggjar lemmar (Injector F15, 7 m2, 2100 kg), ið eru bílagdir til kanningina, eitt Scanmar troleyga at seta á trolið, fyri at meta um gap á trolinum, meðan tóvað verður, serlig telda at taka ímóti data frá EK60 loddinum, útreiðslur til løn og siglipengar í sambandi við siglingina og til at arbeiða upp prøvar tiknir umborð.
Jan Arge Jacobsen
Havstovan