Útbjóðingartilfarið til nýggja rannsóknarskipið er nú liðugt
og varð handað landsstýrismanni í fiskivinnuvinnumálum, Jacob Vestergaard tann 30. mars 2012.
Skipið fær eina longd uppá 54 metrar. Í projekteringsarbeiðinum er áherðsla løgd á, at rakstrarkostnaðurin skal vera so lítil sum gjørligt. Tað nýggja skipið fer at hava sama manningartal sum Magnus Heinason, og hóast tað er nakað størri, verður tað ikki dýrari í rakstri.
Skipið fer at nøkta tørvin til hav- og fiskigransking nógv ár fram í tíðina og verður útgjørt til eisini at nøkta tørvin hjá øðrum føroyskum og útlendskum brúkarum.
Tekningar av skipinum kunnu síggjast her.
