Rannsóknarskip

 

Havstovan rekur rannsóknarskipið "Magnus Heinason". Við skipinum verða gjørdar kanningar, m.a. av havfrøði, æti, yngli, botnfiski, uppsjóarfiski og reiðskapi.

 

Við ársskifti verður gjørd ein kanningarætlan fyri eitt ár fram. Har verða ymisku túrarnir ásettir, nær teir verða og hvør hevur fakligu ábyrgdina. Stutt eftir at einstøku túrarnir eru lidnir, verður ein frágreiðing skrivað um túrin.

 

Á hesum síðum finna tygum eina stutta lýsing av skipinum.

 

Eisini eru frágreiðingar frá einstøku túrunum at finna í kanningarætlanunum. Tær verða lagdar út so hvørt tær eru skrivaðar. Ynskja tygum neyvari upplýsingar enn teir, ið eru í túrfrágreiðingunum, eru tygum vælkomin at venda tygum til tann, ið hevur ábyrgdina av túrinum.

 

Í tann mun, rúm er fyri tí, eru møguleikar fyri at leiga skipið.

 

Fartelefon:       +298 286092
Fax:                  +298 286082
Satelit telefon: +881 632539079
E-mail:               This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.


Reiðari:             Erling í Liða, This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.