06. Mai. 2021

Jákup Sverri hevur gjørt kanningar av brislingi

 

Ekkókanningar av brislingi á Skálafirði og Tangafirði eru gjørdar við Jákup Sverra í tíðarskeiðinum 22.-24. apríl 2021.

 

Brislingur var at síggja mest sum allastaðni, har dýpið var meir enn áleið 25 m. Tað var heldur meir av brislingi at síggja á Tangafirði enn á Skálafirði.

 

Um dagin sást brislingurin í smáum torvum nær botni og sum størri stimar uppi í sjónum. Støddin á fiskinum, sum stóð niður móti botni, var blandað, mest tvey ára gamal fiskur, meðan skriftin, sum sást upp móti vatnskorpuni, var smáur ársgamal brislingur.

 

Í skýmingini lyfti brislingurin seg upp frá botni og loystist heilt upp í vatnsúluni.

 

Eingin lodna var fingin á túrinum, og sostatt er lodnan, sum var fingin í kanningunum fyri einum ári síðani, ikki at síggja í ár. Tó var lodna fingin fyrr í ár á yvirlitstrolingunum á Landgrunninum, so óvist er, hvar hon er farin.

 

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

 

 

Jan Arge Jacobsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )