19. Des. 2011

John Erik fekk eyka jólagávu

 

John Erik Eidesgaard var tann hepni vinnarin í lutakastinum um 12.500 kr, sum var millum fiskamerkir innsend frá november 2010 til oktober 2011. Sjálvt lutakastið fór fram á Vaðhorn 1. desember 2011. John Erik, sum er 15 ára gamal, var við Stapanum í desember 2010, og har fekk hann tann merkta toskin frá manningini. Hetta var meðan teir fiskaðu vestan fyri Mykines, og tað var sera stuttligt at fáa hendan merkta toskin, sigur John Erik.

 

John Erik gongur í skúla á Felagsskúlanum á Oyrabakka, og hann ætlar sær á skiparaskúla seinni. John Erik hevur hug til sjógvin og eigur eitt fýramannafar, sum hann ofta rør út við um summarið.

 

Havstovan ynskir John Erik tillukku við vinninginum.