17. Des. 2020

Beinir Debes vann lutakastið um 12.500 kr.

 

Hósdagin 17. desember 2020 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var Beinir Debes við bátinum Annie úr Froðba, sum vann lutakastið. Merkti fiskurin var ein toskur, sum varð merktur: 15. oktober 2018 eystur úr Svínoynni, og tá var hann 77 cm, og hann var fingin við línu við Froðbiðarnýpuna 10. januar 2020. Hettar tíðarskeiðið var toskurin einki vaksin.

 

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Ása Olsen tók tann vinnandi seðilin, og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram, sum tað skuldi. Havstovan takkar øllum, sum hava sent fiskamerki inn hetta seinasta árið, og ynskir Beini til lukku við vinninginum.