03. Des. 2020

Jákup Sverri handaður eigaranum

 

Í gjár bleiv avhendingarskjalið og onnur viðkomandi skjøl í sambandi við yvirtøku av nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra undirskrivað, og skipið er nú formliga handað eigaranum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum skrivaði undur vegna byggiharran, meðan Mouritz Mohr, stjóri og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður skrivaðu undir vegna MEST.

 

Føroya Landsstýri yvirtekur Jákup Sverra fyri avtalaðan prís.

 

Í dag fer manningin umborð og siglir skipið til Havnar at taka útgerð. Tað arbeiðið fer at taka nakrar dagar, og síðan verður farið at gera tær fyrstu kanningarnar fyri Havstovuna.

 

So skjótt høvi verður, er ætlanin at vísa almenninginum kring landið skipið. Vit frætta meira um, hvussu tað verður skipað við atliti til koronu.