13. Des. 2011

Óvanliga høg flóð

 

Í morgun, 13. desember, hevur verið óvanliga høg flóð, eitt nú í Havn.

 

Vanliga tosa vit um flóð og fjøru, og at hetta fylgir sjóvarfallinum, men tað er ikki allastaðni, at sjóvarfallið ávirkar flóð og fjøru so nógv.

 

Sum til dømis í Havn og á Skálafjørðinum, verður flóðin bara í lítlan mun ávirkað av sjóvarfallinum, men meiri av lufttrýstinum.  

 

Í morgun var tað eitt ógvuliga djúpt lágtrýst vestan fyri bretsku oyggjarnar, sum ávirkaði flóðina. Hetta lágtrýstið var 945 hPa (hektopaskal). Í Havn vísti barometrið í morgun 955 hPa.

 

Tað er serliga um veturin, tá nógv djúp lágtrýst ferðast hendanvegin, at vit kunnu fáa serliga høga flóð sum tann í morgun.