17. Nov. 2020

Nú eru aftur tvær merktar grindir

 

13. november 2020 merkti Havstovan eina grind í Vestmanna, har tríggir hval, í einum lítlum bólki á 10 hval, blivu merktir við fylgisveinasendarum. Grindin er hin tíggjunda, ið er merkt síðan 2000, og hetta var triðju ferð í ár, at sendarar vórðu festir á grind. Nú eru so aftur tvær grindir merktar samstundis, tí samband er enn við grindina, ið varð merkt í Bø hin 6. juni, nú 164 dagar eru frálidnir.

 

Tað gekk væl at reka og merkja grindina, takkað verið góðari hjálp frá grindaformonnum, fólki á báti og hjálp á landi, og tað er Havstovan sera takksom fyri. Fimm sendarar vóru tøkir, men tá tríggir hval komu á land, varð hetta roknað sum góðtikið, og restin av bólkinum fekk frið.

 

Grindin lá enn á Vestmanna morgunin eftir, so grindaformenn skipaðu fyri at reka hana út í sundið. Haðani fór grindin norður um Slættanes-tangan, og lá norðan fyri Mykines tann dagin. Grindin ferðaðist síðan í ein útsynning, út í hellingina, har hon so vendi í ein landsynning, nærri landi aftur, og er nú á Munkagrunninum, 30 fjórðingar úr landi.

 

Grindin úr Bø hevur seinastu vikuna ferðast suðureftir, og somuleiðis nakað vesturyvir, so nú er hon so vestarlaga á, sum hon ikki hevur verið fyrr, og nærmasta fastlandið er nú Nýfundland, góðar 600 fjórðingar burtur. Grindin hevur seinastu tíðina ferðast har dýpið er meir enn 3000 metrar.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ), tlf. 278588