03. Nov. 2020

Vísindavøka 2020

 

Vísindavøka 2020 verður í Kongshøll 6. november kl. 8 - 16.

 

Frá Havstovuni fer Bogi Hansen at hava ein fyrilestur kl. 11.40 við heitinum “Hví er tað so heitt í Føroyum”. Øll skráin fyri Vísindavøkuna sæst her.

 

Orsakað av koronustøðuni er tiltakið avmarkað í ár, og neyðugt er við tilmelding. Til ber at melda seg til eina ella fleiri av framløgunum á visindavoka.fo. Plássið í Kongshøll er avmarkað til 100 til hvørja framløgu, men stroymt verður eisini beinleiðis frá framløgunum.

 

Umframt at ein kann tekna seg til tiltøkini í Kongshøll, so er eisini á nýggju síðuni visindavoka.fo eitt stórt savn við tilfari frá øllum teimum undanfarnu vísindavøkunum. Her eru leinki til 140 framløgur, summar filmaðar og aðrar í power point. Eisini eru Vísindavøkubløðini frá 2012 til 2019 samlað. Komandi dagarnar verður nógv meira tilfar lagt út og sniðið verður snikkað endaliga til.