Havstovan hevur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum. Hitin er áleið tann sami í báðum støðum. Orsøkin er, at sjógvurin innast á Landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfalli. Mátararnir verða lisnir einar tvær ferðir um árið. Nýggjastu mátingarnar eru nú at síggja her.
30. apríl í ár var hitin við Oyrargjógv 7,94°C í miðal. Hetta er heitasti dagur i apríl, sum nakrantíð er mátaður bæði við Oyrargjógv og við Mykineshólm, síðani mátingarnar byrjaðu.
Mátingar vórðu gjørdar dagliga við Mykineshólm frá 1914 til 1969 og byrjaðu við Oyrargjógv í 1991.