08. Okt. 2020

Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi

 

Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari grein vísa vit, at hetta eisini ger seg galdandi í havøkinum fram við Grønlandi.

 

Ymiskt lendi, gróður og djóralív ger, at økir á landi kunnu bólkast í sonevnd biogeografisk øki – t.d. frostmýrar, nálaskógir, velt jørð o.s.fr. Hóast mørkini í høvunum ikki eru so neyv og støðuføst sum á landi, so verða havøkir eisini býtt upp í slík biogeografisk øki. Økið við flógvum Atlantssjógvi kring Føroyar, við álum sum strekkja seg vestur móti Grønlandi og norður móti Barentshavinum, verður nevnt boreala økið (sí mynd).

 

Í nýggju greinini, sum er útgivin í tíðarritinum Fish and Fisheries (les her), vísa vit, at nøgdin av borealum fiskasløgum økist við Eysturgrønland, tá subpolari meldurin viknar, og havøkið sum heild hitnar. Hetta hendi í tíðarskeiðnum 1996-2000, sum merkir, at boreala økið tá víðkaði seg vestureftir. Tekin eru um at boreala økið hevur trekt seg eystureftir aftaná 2015, nú meldurin aftur gjørdist sterkari. Kanningin fevnir um borealu fiskasløgini: longu, upsa, hýsu, steinbít, gulllaks, brosmu, svartkjaft, blálongu, klingruskøtu og rísið langasporl.

 

Hjálmar Hátún 
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Miðal útbreiðslan av Boreala økinum er víst við grønum