09. Juli. 2020

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

 

Aftur í ár er møguleiki at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í lundaholunum í Skúvoynni, og hvussu nógvur lundi er í lundalandinum. Tað er sera litið av lunda at síggja á landi og á sjónum útfyri, men lundin hevur vorpið til vanliga tíð, og pisur eru í flestu reiðrunum.

 

Havstovan hevur fylgt við gongdini í nøkrum lundaholum í Skúvoynni síðani 2005. 15 lundareiður eru gjørd úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri stendur eitt vevkamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Eitt kamera vísir eisini lundan, sum situr i lundalandinum, har einar 50 holur eru. Við stuðli frá Føroya Tele kunnu úrslitini síggjast beinleiðis á internetinum við at trýsta her (set myndagóðskuna á HD).

 

Í 2010 og 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, so ongin pisa kom út. Í 2012 komu 6 pisur út, men 5 av teimum doyðu, tá ið tær vóru nakrar fáar dagar gamlar, so bert tann eina varð floygd. Í 2013 komu 4 pisur út, og ein bleiv floygd, men síðani 2014 eru allar pisurnar floygdar.

 

Í ár hava lundar vorpið í 12 reiður, so tað sær gott út. Tær fyrstu 11 pisurnar eru komnar út, og tær síggja út til at trívast væl. Føðin er mest smá nebbasild um 5 cm. Spennandi verður at síggja, hvussu gongdin verður komandi dagarnar. Vónandi verða allar pisurnar floygdar um einar 40 dagar.