09. Juli. 2020

Á Reykjanesrygginum

 

Merkta grindin úr Bø hevur vitja aftur júst sama økið á Reykjanesrygginum, har hon var fyri trimum vikum síðan. Grindin ferðast spakuliga á grunna partinum av rygginum.

 

Merkta grindin úr Havn, ið var suðuri við Rockall fyri viku síðan, hevur seinastu dagarnar hildið kósina norðureftir, og er nú á 23 breiddarstigum, ið er tað eystasta grindin hevur verið.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )