23. Juni. 2020

Nakað minni til av sild norðanfyri

 

Sildakanningarnar í ár vístu, at vísitalið fyri nøgdina av sild norðanfyri er minkað við 13% samanborið við í fjør. Hóast minkingina, so er samlaða talið av sild vaksið. Hetta kemst av, at 2016 árgangurin, sum sýnist at vera góður, er komin inn í stovnin. Vísitalið fyri nøgdina av svartkjafti er minkað við 26%.

 

Í farnu viku vóru úrslitini frá felags sildakanningunum í Norskahavinum fyrr í vár viðgjørd av luttakandi londunum – Føroyum, Danmark, Íslandi og Noregi. Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri stovnin er minkað við 13%, frá 4,87 mió. tonsum í fjør til 4,25 mió. tons í ár (Mynd 1). Hóast minking í stovninum, so er samlaða talið av sild vaksið við 15%. Tað er 2016 árgangurin, ið sær út til at vera góður, sum nú er við at koma inn í vaksna stovnin. Mett verður, at hesin árgangurin í tali er 57% av sildastovninum.

 

Tann vaksna sildin stóð norðan fyri Føroyar og eystan fyri Ísland, meðan yngra sildin var eystari, frá Norðurnoregi og suður til 63 °N (Mynd 2).

 

Vísitalið fyri svartkjaft er minkað við 26%, frá 0,53 mió. tonsum í fjør til 0,39 mió. tons í ár. Útbreiðslan líkist útbreiðsluni síðstu árini, har svartkjafturin serliga sæst fram við norsku hellingini. Mest var at síggja av ársgomlum svartkjafti.

 

Í miðal var hitin í ovastu 200 m lægri enn miðal seinastu 25 árini, og nakað minni var at síggja av djóraæti í mun til í fjør.

 

Russar eru eisini við í felagskanningunum, og hava ábyrgd av at kanna Barentshavið, har yngstu árgangirnir av sild halda til. Teirra kanningar verða ikki lidnar fyrr enn í juli, og tí verða úrslitini úr Barentshavinum viðgjørd seinni.

 

 

Havstovan 23/6-2020, Sólvá Káradóttir Eliasen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )

 

Enska fyribilsfrágreiðingin kann lesast her.

 

Mynd 1. Vísitalið fyri norðhavssild í mai-kanningunum norðanfyri, 1996-2020. Seinastu 8 árini hevur vísitalið ligið rættuliga støðugt um millum 4,2 og 5,9 mió. tons. Svørtu strikurnar vísa óvissuna um virðini.

 

Mynd 2. Útbreiðslan av sild í kanningunum í mai 2020.