02. Apr. 2020

Yvirlitstroling á føroyska landgrunninum: Lítið at fáa av toski, men nógv av hýsu

 

Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru lidnar. Tikin verða vanliga 100 hál á ein tíma, men í ár viðraði so illa, at bert 91 hál vórðu tikin. Nøgdin av toski var munandi minni enn í fjør.

 

Ein orsøk kann vera, at toskurin var seinur á veg til gýting og hevði ikki savnað seg enn á gýtingarøkjunum, har hann lættliga kemur í trolið.

 

Toskurin var rak í mun til onnur ár og var orsøkin helst, at lítið var til av nebbasild og hvítingsbróðri, sum er týdningarmikil føði hjá toski. Hinvegin var nógv at fáa av hýsu og eisini øðrum fiskasløgum so sum hvítingi, longu og havtasku.

 

Eins og onnur ár var sera lítið til av kalva, trantkongafiski og stóra kongafiski.

 

Les meira við at trýsa her.