25. Feb. 2020

Tekniskir trupulleikar og illveður darvaðu fyrsta túrinum

 

Týsdagin í farnu viku kom Magnus Heinason aftur av fyrsta túrinum í ár, har farið var út at gera hydrografiskar kanningar. Túrurin byrjaði norðanfyri eftir standardskurðinum har, men vegna tekniskar trupulleikar eydnaðist ikki at taka allan skurðin, áðrenn hann øtlaði veðrið.

 

Tískil var siglt undir land, har Magnus Heinason lá bakk til veðrið blíðkaði so mikið, at gjørligt var at halda fram. Tá var farið vesturum at taka teir tríggjar standardskurðirnar har. Vegna trupulleikarnar fyrst á túrinum og vánaliga veðrinum vóru ikki stundir at taka skurðirnar í Hetlandsrennuni.

 

Túrfrágreiðingin frá túrinum kann lesast her. Á túrinum vóru prøvar m. a. tiknir fyri at kanna tøðevnir og CO2 innihald, og í mars verður støðan viðvíkjandi hita og saltinnihaldi útiá dagførd her á heimasíðuni.

 

Karin Margretha H. Larsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. )