18. Sep. 2019

Tá várgróðurin er góður, kemur meira undan av yngli á Landgrunninum og hann veksur betri

 

Ein vísindalig grein við heitinum “Environmentally Driven Ecological Fluctuations on the Faroe Shelf Revealed by Fish Juvenile Surveys” er almannakunngjørd í tíðarritinum Frontiers in Marine Science. Sólvá Jacobsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ) hevur skrivað greinina í samstarvi við aðrar granskarar.

 

Síðani 1983 hevur Havstovan í seinnu helvt av juni á hvørjum ári kannað nøgdir og støddir av yngli á Landgrunninum (Mynd 1).

Mynd 1. Nøgdir av yngli í seinnu helvt av juni. Yngulin trívist best á innaru leiðum.

 

Flestu av okkara fiskasløgum, harímillum toskur og hýsa, gýta um várið og yngulkanningin í juni gevur okkum eina fyrstu ábending um, hvussu tilgongdin til hesar báðar fiskastovnarnar møguliga fer at eydnast. Yngul frá nebbasild og hvítingsbróðuri, sum eru føði hjá toski, hýsu, upsa og sjófugli, verða eisini fingin á yngultúrinum.

 

Nýggja greinin lýsir, hvussu nøgdirnar og støddirnar av yngli hjá hesum 4 nevndu fiskasløgum skifta ímillum ár. Tað er eitt positivt samband ímillum nøgdir og støddir av yngli, soleiðis at tá nógv er av yngli, so er hann stórur og umvent. Harumframt fylgjast øll 4 sløgini tvs. at nøgdin og støddin á ynglinum skiftir á sama hátt ímillum ár fyri øll sløgini. Út frá hesum, er eitt nýtt yngulvísital gjørt (Mynd 2).

 

Mynd 2. A) Nøgd og B) longd á yngli í seinnu helvt av juni og C) nýggja yngulvísitalið. Legg til merkis at nøgdirnar og støddirnar eru sera ójavnar ímillum ár. Góð ár eru merkt við gráum.

 

Samanberingar ímillum yngulvísitalið og gróðurvísitalið á Landgrunninum vísir, at yngulin er betri fyri, tá ið várgróðurin er góður. Eisini ávirkar nøgdin av tøðevnum í havinum rundan um okkum gróðurin (Mynd 3). Hettar bendir á, at yngulin hevur meira føði - sum um hettar mundi er djóraæti – um várið, tá gróðurin er góður, enn tá minni gróður er. Aldursgreiningar av toskayngli vístu somuleiðis, at yngulin veksur betri og at minni doyr burturav, tá ið vit hava nógvan várgróður.

 

Mynd 3. A) Yngulvísitalið samanborið við B) yngulvekt og vekt av djóraæti á sumri, C) gróðurvísitalið og D) tøðevnisnøgd á vetri. Myndin vísir, at yngulin veksur betri, tá gróðurin er góður. Mynd B vísir tó, at tá tað er nógvur yngul, so er lítið av djóraæti á sumri og umvent. Í greinini verður komið fram til, at orsøkin til hettar er, at tá tað er nógvur yngul, so etur hann so mikið av djóraæti, at samlaða nøgdin av djóraæti á sumri minkar.

 

Ójavna nøgdin av yngli (serliga nebbasild og hvítinsbróðuri) hevur stóra ávirkan á føðiumstøðurnar hjá okkara botnfiskastovnum og sjófugli.

 

Granskingarráðið og Statoil hava stuðlað arbeiðinum.