23. Apr. 2019

Hýsan komin fyri seg á Landgrunninum

 

Magnus Heinason hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina um várið á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma verða tikin.

 

Hýsan er rættiliga komin fyri seg, meðan tað gongur meira striltið hjá toskinum. Tað var óvanliga nógv at fáa av hvítingi og eisini var nógv at fáa av upsa, tungu, reyðsprøku og longu. Lítið hevur verið at fingið av kongafiski síðan nítiárini og nærum einki hevur verið fingið av kalva síðan 2011.

 

Sum nakað óvanligt var nógv at fáa av lýri í onkrum háli (sí myndina).

 

 

Les frágreiðingina her.