23. Okt. 2018

Sjóvarmál 2018 komið!

 

Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið. Nakrir fastir tættir eru, so sum ymiskar tíðarseriur og lýsing av verkætlanum, sum eru í gongd júst nú.

 

Eisini er skrivað um forvitnisliga fiskabók eftir navnframa náttúrufrøðingin H. C. Müller, sum varð føddur fyri júst 200 árum síðani, um at rákið sunnan og vestan fyri Munkagrunnin nú er betur kortlagt, um serliga nógva gróðurin í 2017, um talið av ternum og ternubølum seinastu 15 árini, har tølini fyri í ár eisini eru við, og annað forkunnugt.

 

Sjóvarmál 2018 kann lesast sum pdf’ur her á heimasíðuni ella fáast sum bóklingur við at venda sær til Havstovuna.