21. Sep. 2018

Subpolari meldurin er styrknaður

 

Subpolari meldurin í Norðuratlantshavi (Mynd 1) verður hildin at hava stóran týdning fyri havumhvørvið kring Føroyar. Í nýggjari grein, prentað í tíðarritinum Journal of Geophysical Research, verður so-nevnda gyru indeksið neyvari lýst og dagført. Hetta vísital, sum granskarar á Havstovuni innførdu í 2005, er í dag nógv brúkt millum altjóða havgranskarar.

 

Vegna nógv hitatap frá havi til atmosferu seinastu vetrarnar, sakk nógvur sjógvur niður á stór dýpi í Labradorhavinum og Irmingerhavinum, og tískil øktist styrkin á subpolara meldrinum eftir veturin 2014-2015, sum lýst við gyru indeksinum (Mynd 2). Havstovan spáddi longu í 2016, at hetta kundi føra við sær økta uppblanding av tøðevnum, og tískil øktan gróður og økta mongd av djóraæti, sum er føði fyri fugl og fisk. Og nú eru veruliga tekin um batar inni á Landgrunnium, tí øking sæst í i) nøgd av silikati, ii) gróðri, iii) nøgd av nebbasild á Landgrunninum, iv) sjófugli í bjørgunum og v) av botnfiski.

 

Hesar broytingar eru eisini eyðmerktar við at saltinnihaldið í sjónum um okkara leiðir lækkar.

Mynd 1. Subpolari meldurin og økið sum hann ávirkar (reydligt)

 

Mynd 2. Gyru indeksið og densiteturin í sjóøkinum sunnanfyri Ísland (reydligt í Mynd 1). Tíðir við góðum livilíkindum á Landgrunninum hanga saman við sterkum meldri.