17. Sep. 2018

Vísindavøka á ferð – kom og hoyr meira um súluna og um fiskayngul á Landgrunninum

 

Sum partur av fyrilestrarøðini “Vísindavøkan á ferð 2018” fara Bergur Olsen og Sólvá Jacobsen frá Havstovuni at halda hvør sín fyrilestur.

 

Sólvá Jacobsen fer at halda ein fyrilestur við heitinum: “Hvussu ávirkar fiskayngul vistskipanina á Landgrunninum?” Hesin fyrilesturin verður á Sands Bókasavni hóskvøldið 20. september kl. 19:30.

 

Bergur Olsen fer at halda ein fyrilestur “Um súlu og súluveiðu” í Sørvágs Bókasavni mánakvøldið 24. september kl. 19.30. Bergur hevur talt súlur í nógv ár og fylgt við árligu veiðini av grásúlum. Í fyrilestrinum fer hann m.a. at greiða frá hesum.

 

Fyrilestrarøðin “Vísindavøkan á ferð 2018” byrjar 17. september og endar 26. september. Í hesum tíðarskeiði verða 15 fyrilestrar kring landið. Sjálv Vísindavøkan 2018 verður fríggjadagin 28. september frá kl. 8.00 til á leið kl. 17.00. Hon verður í ár í nýggja Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.

 

Meira kann lesast um vísindavøkuna í Vísindavøkublaðnum her.