31. Aug. 2018

Nógv krill á Vágni í Klaksvík

 

Hósdagin varnaðust fólk í Klaksvík óvanliga nógv av nøkrum smáum krabbadjórum á Vágni í Klaksvík.

 

Havstovan hevur fingið nøkur av hesum djórunum til kanningar og kann staðfesta, at talan er um krill av einum slagi, sum á latíni eitur Meganyctiphanes norvegica. Krill er vanligt kring oyggjarnar, men sera sjáldsamt er, at so stórir tættleikar eru heilt inni við land. Áhugavert kundi verið at frætt, um fólk aðrastaðni í landinum eisini hava sæð slíkt hesar seinastu dagarnar.

 

Krill er týdningarmikil føði hjá m.a. svartkjafti, upsa og eisini nøkrum hvala- og sjófuglasløgum.