11. Juli. 2018

Yngul- og ætikanningar 2018

 

Mikudagin 4. juli var Magnus Heinason aftur á Havnini eftir lokna yngul- og ætikanning. Samanumtikið kann sigast, at nógv minni er til av yngli á Landgrunninum í ár í mun til fjør, og sum heild var yngulin smáfallandi.

 

Hesi seinasu árini hevur sjógvurin kring Føroyar verið rættiliga feskur og henda gongdin heldur fram í ár. Serliga hesi bæði seinastu árini hevur sjógvurin verið lutfalsliga feskur, men samstundis hevur hitin í sjónum verið rættiliga støðugur. Gróðurin í vár og higartil í summar er beint undir miðal og nøgdin av djóraæti á Landgrunninum er um miðal. Á Landgrunninum var sum vant mest av hvítingsbróðri, tó at bæði nøgdin og støddin vóru minni enn miðal. Eisini var rættiliga lítið av toski, hýsu og nebbasild og yngulin var smærri enn miðal.

 

Á Føroyabanka var sjógvurin sum vant umleið 1°C heitari enn á Landgrunninum. Og eins og á Landgrunninum og á víðum havi var sjógvurin rættiliga feskur. Lítið var av plantuæti. Rættiliga nógv var til av djóraæti, men hetta var fyri tað mesta æti, sum upprunaliga er rikið inn á Bankan uttanífrá, meðan lítið var av sløgum, sum bert halda til á Bankanum. Sera lítið var av toska- og hýsuyngli á Føroyabanka. Samlaða talið av nebbasild á Bankanum var tó eitt tað størsta, sum skrásett hevur verið, og harafturat var støddin á nebbasildini væl yvir miðal.

 

Yngul- og ætikanningar á sumri eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.

 

Les túrfrágreiðingina her.