06. Juli. 2018

Svartkalvatúrurin hesaferð gav nakað meir enn seinasta ár

 

Í tíðarskeiðnum frá 23. mai til 3. juni var Magnus Heinason árliga svartkalvatúrin kring Føroyar. Veðrið var av tí besta, og túrurin gav sløk 15 tons. Tó at nøgdin er nakað minni enn farin ár, var tað lutfalsliga meira svartkalvi í hvørjum háli samanborið við seinasta ár. 148 magar vóru kannaðir og 527 nytrar (mynd) vóru tiknar til aldursgreining. Nakrir sjáldsamir fiskar vórðu funnir, millum annað ein lítli tussafiskur.

 

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her.