15. Nov. 2017

Havstovan við í Gransking í Føroyum

 

Granskarar á Havstovuni hava tríggjar framløgur á ráðstevnuni Gransking í Føroyum, sum Fróðskaparfelag Føroya skipar fyri hósdagin 16. november.

 

Hósdagin 16. november verður ráðstevnan Gransking í Føroyum hildin í Norðurlandahúsinum. Fróðskaparfelag Føroya skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við granskingarstovnar í Føroyum. Høvuðsætlanin við ráðstevnuni er, at føroyskir granskarar fáa høvi at kunna hvønn annan um sína gransking.

 

Granskarar á Havstovuni halda tríggjar av fyrilestrunum:

 

* Ian Salter greiðir frá verkætlan síni um at nýta ílegur í sjónum til at kanna vistfrøði í føroyskum sjógvi.

 

* Sólvá Jacobsen tekur samanum gransking á Landgrunninum, síðan Havstovan varð sett á stovn.

 

* Inga Kristiansen leggur fram um vistfrøði á opnum havi og møgulig sambond millum umhvørvi, reyðæti og norðhavssild.

 

Ráðstevnan er ætlað granskarum, men eisini lesandi og tey, sum hava áhuga fyri gransking, kunnu luttaka.

 

Leinkja til skránna og tilmelding er her.