09. Nov. 2017

Minni av svartkalva um heystið enn um summarið.

 

Sum nakað nýtt hevur Magnus Heinason roynt eftir svartkalva í oktober mánaði. Nøgdin av svartkalva var bert umleið helvtin í mun til mai-juni í ár. Hinvegin var munandi meira at fáa av blálongu hesa ársins tíð og eisini var meira at fáa av trantkongafiski.

 

Lítil ella eingin munur var í kynsbúningini hjá svartkalva í oktober í mun til mai-juni. Eins og í mai-juni var meginparturin av svartkalvanum smáur rognafiskur, sum var komin stutt ávegis í kynsbúningini. Onkur hendinga rognafiskur, sum var yvir 80 cm langur, var tó komin nakað áleiðis í kynsbúningini.

 

Teir fáu kallfiskarnir, sum vóru komnir nakað áleiðis í kynsbúningini, kundu vera heilt niður í 50 cm til longdar. Nytrulesturin vísti, at svartkalvin vaks í miðal 2,9 cm um árið. Svartkalvin át mest svartkjaft og nøgdin var minni enn í mai-juni, møguliga tí at minni var at fáa av svartkjafti.

 

Les túrfrágreiðingina her.