07. Sep. 2017

Nógvur gróður á Landgrunninum í summar

 

Havstovan hevur fyrr víst á tann týdning, sum gróðurin av plantuæti hevur fyri djóralívið í sjónum. Gróðurin er fyrsti liður í føðiketunum og er tí fyritreyt fyri djóralívinum.

 

Síðani 1990 hevur Havstovan regluliga mátað gróðurin á Landgrunninum, og víst er á eitt týðiligt samband millum gróðurin og teir hægru liðirnar í føðiketunum, íroknað nebbasild, sjófugl og botnfisk.

 

Summarið 2017 hilnaðist stak væl til gróður. Hann var av tí mesta og á støði við tey heilt góðu árini 2000 og 2001.

 

Væl hevur verið til av nebbasild í summar, og fiskur og sjófuglur hava havt nógv at eta. Tað sær út til, at pisurnar hjá flestu sjófuglasløgum eru komnar væl undan. Spennandi verður at síggja, í hvønn mun gróðurin annars fer at síggjast aftur í fiski á Landgrunninum.

 

Gróður-talið er eitt mát fyri samlaða gróðurin hjá plantuæti frá á vári og til endan á juni.