24. Nov. 2016

Søgan hjá toskinum í Íslandi

 

Í gjár helt íslendski professarin Hreiðar Þór Valtýsson ein áhugaverdan fyrilestur á Havstovuni, har hann greiddi frá søgu Íslands og hvønn týdning, toskur hevur havt fyri íslendska samfelagið upp til dagin í dag. Væl lá fyri at greiða frá, og millum annað fortaldi hann, at í Íslandi eru nærum ongar dialektir og at tað er toskinum fyri at takka. Fólk úr øllum landinum fóru heimanífrá at arbeiða í fiski, har fiskurin kom upp á land, og tá vertíðin var av, høvdu nøkur teirra funnið sær maka, sum tey tóku við sær heimaftur. Hetta gjørdi at fólk, og soleiðs eisini málið, varð væl blandað og tí tosa øll so eins íslendskt.

 

Hreiðar Þór Valtýsson er professari á universitetinum í Akureyri, og vitjar í hesum døgum Fróðskaparsetur Føroya. Tað var Fróðskaparsetrið, sum skipaði fyri fyrilestrinum, ið varð hildin á Havstovuni.