16. Sep. 2016

Minningarorð um Rógva Mouritsen

 

Mánadagin 12. september andaðist Rógvi Mouritsen, 71 ára gamal. Rógvi arbeiddi meginpartin av sínum arbeiðslívi sum biologassistentur á Havstovuni, sum fyrr bar navnið Fiskirannsóknarstovan.

 

Rógvi byrjaði á Fiskirannsóknarstovuni fyrst í sjeytiárunum. Uppgávurnar vóru nógvar og ymiskar, og tað eyðkendi Rógva, at hann var íðin og nærlagdur. Hann sigldi við Jens Christian Svabo, sum var táverandi rannsóknarskipið, og gjørdi nógvar royndartúrar við føroyskum fiskiskipum. Hetta hóskaði væl til hansara áhuga fyri fiskiskapi og sum fyrrverandi skipara. Rógvi var eisini nógv við núverandi rannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni. Hann plagdi at siga, at mangt áhugvert hendi umborð á skipi, um ein bara gav tí gætur.

 

Rógvi hevði stóran áhuga fyri teimum ymsu fiskasløgunum undir Føroyum, og tað var hansara uppgáva at geva nýggjum fiskum eitt hóskiligt føroyskt navn. Rógvi legði úr hondum snotiligu bókina “Fiskar undir Føroyum” í 2007, sum hann seinni fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri.

 

Rógvi visti nógv um søgulig viðurskifti og fiskiskap annars, og honum dámdi væl at siga frá. Hansara skemtiliga lyndi gav frásøgnunum ein serstakan dám.

 

Eftir at Rógvi hevði rokkið pensjónsaldur, helt hann fram at arbeiða niðursetta tíð á Havstovuni, líka til hann andaðist.

 

Friður veri við minninum um Rógva Mouritsen.