19. Aug. 2016

Poseidon lagt útgerð út fyri Havstovuna

Fríggjadagin 12. august kom týska rannsóknarskipið Poseidon á Havnina eftir útgerð og einum fólki frá Havstovuni. Útgerðin, ein streymmátari í trolsikrari rammu og tvær minni rammur við hitamátarum, skuldu leggjast út í tað vestasta skarðið á Íslandsrygginum. Í hesum skarði streymar kalt yvirflot niðri við botn úr Norðurhøvum og suður í Íslandsdýpið og haðani víðari út í heimshøvini. Túrurin gekk væl og útgerðin hjá Havstovuni bleiv løgd út í øllum góðum, umframt at onnur týsk útgerð eisini bleiv løgd út. Poseidon var aftur á Havnini í morgun og skipið er nú á veg til Týsklands.

 

Universitetið í Hamburg, sum Havstovan hevur samstarvað við í nógv ár, hevði gjørt ætlanir um hendan rannsóknartúrin á Íslandsrygginum í summar. Tískil kom samstarv í lag um at skipið skuldi leggja útgerð út fyri Havstovuna. Henda útgerð bleiv løgd út sum liður í verkætlanini Western Valley Overflow, sum Havstovan og Danmarks Meteorologiske Institutt eru við í.