21. Juni. 2016

Streymmátarar lagdir út

 

Magnus Heinason hevur verið úti á sínum regluliga túri at leggja streymmátararnar útaftur. Á túrinum blivu tríggjar streymmátara-boyur lagdar út: Tvær í Bankarennuna og ein norðanfyri.

 

Harafturat vórðu tvær 120 m langar fortoyningar við smáum streymmátarum og fleiri hitamátarum lagdar út nakað norður av Føroyabanka á uml. 1100 m dýpi. Hetta er fyri at kanna hvørja leið tað kalda rákið úr Bankarennuni gongur.

 

Eisini blivu hita- og saltmátingar gjørdar á hesi somu leiðini eins og eftir standardskurðinum av Bankanum og inn á Landgrunnin.

 

Hesin túrur er partar av EU-verkætlanini NACLIM, sum Havstovan er við í.

 

Túrfrágreiðingin kann lesast her.