23. Feb. 2016

Altjóða vísindaligt trol til makrelkanningar

 

Havstovan hevur gjørt mátingar av trolinum, ið verður brúkt í altjóða yvirlitstrolingunum eftir makreli í Norðurhøvum.

 

Talan er um eitt flótitrol, kallað MULTPELT, ið skal verða riggað eftir serligum forskriftum, sum eru eins fyri øll skipini, ið luttaka í makrelkanningunum.

 

Grundin til mátingarnar eru at tryggja at tey ganga eins í sjónum, soleiðis at veiðan kann samanberast millum ymsu skipini. Millum annað varð mátað, hvussu høgt og breitt gapið frammi í trolinum var, soleiðis at nøgdin av makreli, ið fingin verður, kann roknast um til veiðu pr. tíma. Hetta er eitt mát fyri nøgd av makreli, sum verður brúkt í stovnsmetingunum.

 

Úrslitini vístu, at gapið var umleið 30m og skverið 60m, sum er júst sambært forskriftunum til yvirlitstrolingarnar. Mátingarnar vórðu gjørdar í 2013 við Finni Fríða, í sambandi við verkætlanina MULTPELT kalibrering. Úrslitini hava verði nýtt í kanningunum síðani. Endalig frágreiðing sæst her.

 

Luttakarar á Havstovuni vóru Jan Arge Jacobsen og Leon Smith, frá pf VóninKristian Zachariassen og frá Pf Varðin Andri Hansen, skipari á Finni Fríða.

 

Sí nærri lýsing av úrslitunum: Kanningartúrur. Stuðul varð fingin frá pf Varðin, pf Vónin og Fiskivinnugransking.