19. Jan. 2016

Kanna aftur makrelgýting undir Føroyum í 2016

 

Havstovan verður aftur í 2016 partur av altjóða granskingarsamstarvi, samskipað av ICES, hvørs endamál er at kanna gýting hjá makreli. Kanningar í øllum gýtingarøkinum fara fram frá januar til august. Hesar kanningarnar eru umfatandi og kostnaðarmiklar, av tí at gýtingarøkið er stórt og gýtingartíðin long. Av tí sama verða kanningarnar einans gjørdar triðja hvørt ár. Kanningin í føroyskum sjóøki verður gjørd frá síðst í mai til hálvan juni, við Magnusi Heinasyni.

 

Úrslitini frá kanningini verða nýtt í stovnsmetingini av makreli. Makrelur er ein uppsjóvarfiskur, sum ferðast víða, nú síðstu árini heilt vestur til Íslands/Grønland. Høvuðsgýtingarøkið er vestan fyri Írland og í Biscaya víkini, meðan gýtingarøkið strekkir seg heilt frá suðurstrond Portugals norður til okkara leiðir.

 

Rognkornini flóta í ovastu løgunum í sjónum, og ein prøvi verður tikin við einum fínmeskaðum glúpi, ið verður togaður frá vatnskorpuni niður á 200 m dýpi, fyri hvønn 30. fjórðing, ið siglt verður. Bert daggomul rognkorn verða brúkt til at meta um nøgdina av makreli í økinum.

 

Fyrr vóru kanningar av gýtingini hjá makreli, tvs. rognkornateljingar, einasta grundarlagið undir stovnsmetingunum av makreli, sum ikki er heft at fiskiskapi, men síðani 2014 eru árligu yvirlitstrolingarnar eftir makreli um summarið, sum m.a. Havstovan luttekur í, eisini partur av grundarlagnum, umframt úrslitini av norskum merkiroyndum og eitt mát fyri tilgongd av eitt ára gomlum makreli.

 

Hetta er triðju ferð at Havstovan luttekur í hesum kanningum, og hava undanfarnu kanningarnar víst, at makrelur gýtur í føroyskum sjógvi, tó í smáum nøgdum.

 


 

Mynd 1: Úrslit frá kanningini í føroyskum sjógvi av makrelgýting í 2013. Myndin vísir siglingarleið og støðir, har kanningar vóru gjørdar. Bláu rundingarnir vísa støðir, har daggomul makrel rognkorn vórðu funnin, meðan teir reyðu rundingarnir vísa støðir, har ongin daggomul makrel rognkorn vórðu funnin.

 

 


 

Mynd 2: Ein bongo glúpur verður nýttur til at taka royndir av makrelrognkornum. Hetta er ein ramma við tveimum glúpum, har meskavíddin á glúpunum er 280 mikro metrar (0.280 mm). Hendan ramman verður so tóvað niður á 200 m dýpi og upp aftur.