12. Jan. 2016

Samstarvsfundur á Havstovuni um korallir og svampar (ost)

 

Havstovan er í hesum døgum (11.-14. januar) karmur um norðurlendskt fundarvirksemi. Havstovan er við í eini norðurlendskari verkætlan um korallir og svampar (ost) í Norðuratlantshavi, sum er fíggjað av Norðurlandaráðnum.

 

Luttakaralondini eru Noreg (leiðsla), Ísland og Føroyar. Endamálið við verkætlanini er at kortleggja viðkvæmar vistskipanir í havinum og virksemi hjá menniskjum í arktiskum og subarktiskum økjum.