17. Nov. 2015

Blátt er gott

 

Hóast ein sera sterk El Niño er ávegis, og hitin á jørðini í ár er methøgur, so er sjógvurin sunnan fyri Grønland óvanliga kaldur (Mynd). Nakrir granskarar meta, at hetta “kalda holið” er tekin um at “Havsins Kalda Hjarta” er viknandi, og at minni hiti tískil verður førdur við havstreymunum móti Grønlandi.

 

Somu granskara meta, at hetta fer at hava neiliga ávirkan á vistskipanir í Norðuratlantshavi, og tískil eisini á fiskiskap í hesum øki. Tíverri er sannlíkt, at hendan søgan, sum hevur fingið nógva umtalu í stórum altjóða fjølmiðlum, so sum CNN, Washington Post og Daily Mail, ikki hevur fult hald í veruleikanum. Kalda holið ber helst boð um økt rák, og betri umstøður hjá landgrunnavistskipanum kring hetta hol – altso at blátt er gott.

 

Myndin vísir miðalhitan við vatnskorpuhædd í ár (Kelda: National Ocean and Atmospheric Administration - NOAA).

 

Les meira her .