27. Okt. 2015

Lutakast á Hotel Skálavík

 

Árliga lutakastið um kr. 12.500,- millum innsend fiskamerkir, verður fríggjadagin 30. oktober kl. 11:30. Tað hevur verið siðvenja at hava lutakastið ymsa staðni í landinum, og í ár hevur Havstovan valt at hava tað í Skálavík. Øll eru vælkomin.

 

Lutakastið er galdandi fyri merkingar, sum Havstovan stendur fyri. Úrslitini frá merkingunum verða millum annað nýtt til at greina ferðing, útbreiðslu, vøkstur og føði hjá fiskasløgunum.