13. Okt. 2015

Tvey nýggj fiskasløg skrásett við Føroyar

 

Síðst í september kom Magnus Heinason aftur av einum rannsóknartúri á djúpum vatni, har endamálið var at kanna serliga brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Fyri hesi fiskasløg varð skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og haraftrat vórðu nytrur og magar tiknir til nærri greiningar.

 

Eins og í fjør vórðu fingin fleiri fiskasløg, sum fyri flest okkara eru heilt fremmand og í fleiri førum rættiliga serlig í skapi og útsjónd, so sum Boa-drekafiskur, tussafiskur, glæmufiskur, snípuállur, leysikjaftur og Sloans ormfiskur. Á túrinum vórðu heili 81 ymisk fiskasløg skrásett, og av teimum vóru tvey nýggj fiskasløg skrásett fyri fyrstu ferð undir Føroyum. Annað er fiskurin “Troldfisk” (Anaplogaster cornuta). Hitt fiskaslagið er ikki endaliga staðfest enn.

 

 

“Troldfisk” (Anaplogaster cornuta).
Fiskur, har slagið ikki er endaliga staðfest enn.

 

 

Frágreiðingin fyri túrin sæst við at trýsta her.