28. Sep. 2015

Havstovan á Vísindavøkuni 2015

 

Aftur í ár luttók Havstovan á árligu Vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipar fyri í hølunum hjá iNOVA á Hoyvíksvegi.

 

Havstovan valdi at savna seg um eitt høvuðsevni í ár “Árið á Landgrunninum” og hevði til tað høvið gjørt eina framsýning, sum vísti eina einklaða mynd av vistskipanini á Landgrunninum í gjøgnum eitt ár. Básurin varð væl vitjaður og granskarar hjá Havstovuni høvdu úr at gera at svara spurningum frá forvitnum vitjandi. Eisini vóru ymisk filmsbrot v.m. at síggja á telduskíggja, og høvi til at síggja æti í mikroskopi.

 

Á Havstovuni fegnast vit um at vera partur av einum so spennandi tiltaki, sum Vísindavøkan er, og tað er ongin ivi um, at hetta tiltakið hevur stóran týdning fyri at byggja brýr ímillum føroyskar granskingarstovnar og aðrar stovnar, t.d. skúlar.

 

 

Trýst her fyri størri mynd.