14. Sep. 2015

Gevur El Niño okkum meira tosk?

 

El Niño er partur av veðurlagsfyribrigdinum „ENSO“ (El Niño – Southern Oscillation) í tropiska partinum av Kyrrahavinum, og fevnir um broytingar bæði í havinum og luftini. Ein stórur partur av Kyrrahavinum gerst væl heitari tá El Niño er, og hetta sæst aftur í øktum miðalhita á jørðini. Tann øvugta støðan, við einum kaldari Kyrrahavi, verður nevnd La Niña.

 

Í sendingini Vitan, sum verður send í útvarpinum í morgin týsdagin 15. September kl. 17, fara Osmund Justinussen, Hjálmar Hátún og Hanus Kjølbro, at greiða frá ENSO og tess møguligu ávirkan á veðrið og harvið havumhvørvið kring Føroyar. Osmundur hevur lagt til merkist, at tíðarskeið við máttmiklum El Niño falla saman við góðum botnfiskiskapi undir Føroyum. Eftir nøkur ár við vánaligum fiskiskapi, fáa bátarnir stóran og feitan tosk mitt í øllum. Er hetta verðuliga so, og hvussu kunnu ENSO og toskaveiða hanga saman?

 

El Niño er sera máttmikil í ár, og tískil verður spennandi at fylgja við gongdini í fiskiskapinum.