11. Sep. 2015

Kanadiskt ríkissjónvarp vitjar Havstovuna

 

Trý umboð fyri kanadiska ríkissjónvarpið “CBC” vitjaðu Havstovuna fyrr í vikuni. Journalisturin Gilbert Bégin hevur ábyrgd fyri vísindaliga tilfarinum hjá CBC, og er í ferð við at gera ein film um "Veðurlagsbroytingar og møguligar ávirkanir á vistskipanina í havinum". Filmurin skal vísast á kanadisku CBC-rásini í somu viku sum “COP 21” ráðstevnan verður. “COP 21” er ein altjóða ráðstevna um veðurlagsbroytingar á jørðini, ið verður hildin í París tíðliga í desember.

 

Kanadisku umboðini tosaðu við Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðing, um broytingarnar í stovnsstøddini hjá makreli, og hvørjar orsøkirnar kundu vera til stóru broytingarnar seinastu árini. Í Kanada eru nøgdirnar av makreli minkaðar síðstu árini, meðan nøgdirnar her hjá okkum eru øktar.

 

Serliga vóru tey áhugaði í at vita, um veðurlagsbroytingar hava ávirkan á útbreiðslu og nøgd av makreli, og í øðrum lagi hvørja ávirkan tílíkar broytingar kunnu hava á vistskipanina í havinum. Tey skuldu eisini tosa við onnur umboð um týdningin, makrelurin hevur fyri fiskiskapin og búskapin í Føroyum.

 

Ætlanin er at filmurin skal lýsa støðuna bæði í kanadiskum øki vestarumegin og í Norðuratlantshavi eystarumegin. Higartil hava teir tosað við frøðingar í Kanada um veðurlagsbroytingar og møguligar ávirkanir á hummara og makrel. Aftan á vitjanina í Føroyum fara tey til Íslands at tosa við Havrannsóknarstovnin í Reykjavík.