09. Sep. 2015

Sjógvurin kannaður

 

Mánamorgunin kom Magnus Heinason inn eftir at hava gjørt kanningar av sjónum kring Føroyar í eina viku.

 

Hendan túrin vórðu hiti, salt, ljós og ymisk sløg av æti kannað í sjónum, umframt at prøvar vórðu tiknir á fimm støðum og fleiri ymiskum dýpum, til at kanna havsúrgan og CO2.

 

Eisini vóru data lisin úr einum hitamátara, sum stendur á botni á 450 metra dýpi norðanfyri. Hesi data verða lisin við serligari tráðleysari útgerð, meðan skipið liggur uppi yvir mátaranum.

 

Mátingar vórðu gjørdar á 77 føstum støðum frá vatnskorpuni og niður ímóti botni, tó norðanfyri í mesta lagi niður á 2000 metrar.

 

Hesar kanningar eru liður í fleirtjóða samstarvi hjá Havstovuni og verða eisini fyri ein part fíggjaðar úr Europeiska granskingargrunninum (FP7).

 

Túrfrágreiðingin kann lesast her.