03. Sep. 2015

Færri havhestaungar í Høvdanum

 

Færri havhestaungar vóru í Høvdanum á Skúvoynni í ár enn í fjør. Talið av havhestum og reiðrum er eisini minkað samsvarandi, men tað er á leið tað sama, sum tað hevur verið seinastu 5 árini. Í fjør vóru 137 ungar, og í ár vóru 102. Miðaltalið av ungum seinastu 15 árini hevur verið 126. Ungi var í 40% av reiðrunum, og tað er eitt sindur undir miðal.

 

Havhestaungarnir blivu taldir 17. og 18. august, stutt áðrenn teir fóru úr reiðrunum, og teir sóu út til at vera búnir til vanliga tíð.

 

Havhestabøgurnar eru um 10 ár, tá ið tær verpa fyrstu ferð, og havhestur brúka fleiri ár at finna sær tann rætta makan og tað rætta staðið at reiðrast. Á sumri er tí nógvur ungfuglur at síggja í berginum umframt búfuglin.

 

Mynd. Havhestar, havhestareiður og havhestaungar í Høvdanum á Skúvoynni frá 2001 til 2015.

 

Hóast havhesturin nú er okkara vanligasti sjófuglur, so er hann ein rættiliga nýggjur búfuglur í Føroyum. Hildið verður, at teir fyrstu komu úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi. Teir vórðu sæddir í Suðuroy fyrst í 1800-talinum, og fyrsti ungin sigst verða sæddur í Sumba í 1812. Aðrar frásagnir eru um, at fyrsta parið átti í 1818, men vanligast verður hildið, at tað ikki var fyrr enn um 1839, at fyrsta parið átti í Suðuroy. Longu í 1845 átti havhestur bæði í St.Dímun og í Skúgvoy, og skjótt eftir átti hann um alt landið.

 

Veiðan av havhestaungum byrjaði seinast í 1800 og longu í 1930unum vórðu veiddir í minsta lagi 80.000 ungar um árið, og kortini vaks stovnurin. Í fyrstani vórðu teir flestu ungarnir tiknir í reiðrunum, áðrenn teir vóru floygdir, men nú verða næstan allir tiknir á sjónum, teir fyrstu dagarnar eftir at teir eru floygdir. Áhugavert hevði verið at vita, hvussu nógvir havhestaungar verða veiddir á hvørjum ári, men tíanverri eru ongi hagtøl. Tað er tó eyðsæð, at talan er um fleiri tíggju túsund fuglar.