28. Aug. 2015

Støðan hjá botnfiski undir Føroyum

 

Fyrri túrurin av yvirlitstrolingunum við Magnusi Heinasyni eru loknar. Hetta eru kanningar, sum hava verið gjørdar á sumri á hvørjum ári síðani 1996. Talan er um 2 túrar, 2 vikur hvør, og 200 trolstøðir verða gjørdar tilsamans.

 

Høvuðsendamálið við hesum kanningum er at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingum. Fyribils úrslit av hesum kanningum verða at síggja í túrfrágreiðingini fyri seinna túrin, har eisini verður borið saman við onnur ár. Um úrslitini frá hesum fyrra túrinum er at siga, at samanborið við í fjør er veiðan á leið hin sama, tó nakað ymisk fyri ymisk fiskasløg. Tikið burtur úr rúgvuni kann sigast, at minni fekst av upsa og longu, meðan meira var av hýsu og sild.

 

Les alla frágreiðingina her.