19. Aug. 2015

Havstovan upphitar fiskivinnutingið

 

Havstovan fer í dag, mikudagin 19. august, at hava fýra stuttar fakligar framløgur.

 

Í høvuðsheitum verður tosað um støðuna hjá toska- og hýsustovnunum og umhvørvið á Landgrunninum seinastu árini.

 

Hjálmar Hátún greiðir frá um havfrøðilig viðurskifti
Eilif Gaard greiðir frá um æti og yngul
Jan A. Jacobsen greiðir frá um føði hjá makreli á Landgrunninum
Petur Steingrund greiðir frá um tosk og hýsu

 

Framløgurnar verða á Skúlatrøð í Klaksvík, har eisini fiskivinnutingið verður kl. 19. Pallborðsfundur og orðaskifti verður um týðandi tættir í fiskivinnupolitikkinum.

 

Í steðginum, millum framløgurnar hjá Havstovuni og fiskivinnutingið, vísir Havstovan fram ymiskt áhugavert – eitt nú ein nýggjan film frá makrelkanningini í summar við Christian í Grótinum. Tiltøkini eru partar av Sjómannadøgum, sum hesa vikuna eru í Klaksvík.

 

Myndin vísir manningina á Klaksvíkingi uttan fyri Havstovuna beint áðrenn kappróðurin á ólavsøku 2015.