11. Aug. 2015

Súlur reiðrast á Rokkinum

 

Í 2014 bygdu súlur 28 reiður á Rokkinum (Rockall), men øll reiðrini skolaðu burtur í einum ódnarveðri 1. juli. Fyrstu ferð súla átti á Rokkinum var í 1992, tá eitt reiður við eggi varð funnið.

 

Tvey onnur ár hava súlur eisini vorpið á Rokkinum, men útlitini til at nakar ungi kemur undan eru vánalig, tí Rokkurin er bert 17 m høgur, og ofta skolar brimið inn yvir hann. Bæði havhestur, rita og lomvigi halda eisini til á Rokkinum, og í 2014 búði eisini ein maður har í 45 dagar!

 

Vestursíðan á Rokkinum 2008. ©Andy Strangeway.
Eystursíðan á Rokkinum 2008. ©Andy Strangeway.

 

Hóast flestu sjófuglar hava havt trupult við at finna føði seinastu nógvu árini, so hevur súlustovnurin í Norðuratlantshavi trivist sera væl og verið í stórum vøkstri síðani mitt í seinastu øld. Orsøkin, til at súlurnar klára seg so væl, er, at tær m.a. liva av seiði, svartkjafti, sild og makreli, sum nógv er til av. Harafturat fáa tær slógv o.a. frá fiskiførum umframt fisk, sum kemur upp við trolinum. Eisini í Føroyum trívist súlan væl, hóast hon framvegis bert eigur í Mykineshólmi, Flatadrangi og í Píkarsdrangi, umframt eini fimm pør, sum eiga á Mykinesi. Seinast súlur vórðu taldar í Føroyum var í 1995, og tá áttu 2340 pør. Ætlanin er at endurtaka teljingina í summar.